Filmsdagar í Felag byrja í morgin

Mynd: Filmsfelagið

Filmsdagar í Felag byrja í morgin

2017-09-19 13:23 Author image
Turið Nolsøe

Aftur í ár skipar Filmsfelagið fyri Filmsdøgum í Felag við sýningum hvønn dag restina av vikuni. Filmsdagarnir byrjað mikudagin við mest umrødda svenska filminum í ár, KEMPAN (Jätten, Johannes Nyholm 2016). 

Hinir filmarnir á skránni eru amerikanski CITY OF GHOSTS (Matthew Heineman 2017), bretski TULIPANFEPUR (Tulip Fever, Justin Chadwick 2017), finski LJÓS Í MYRKRI (Toivon tuolla puolen, Aki Kaurismäki 2017) og hin eysturríkski filmurin STEFAN ZWEIG: FARVÆL EVROPA (Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika, Maria Schrader 2016).

Nýggjur partur av skránni er Eldrabio, sum varpar ljós á viðurskifti hjá eldri og ættarliðsspurningar. Filmarnir eru hin nýsælandski PATRIARKURIN (Mahana, Lee Tamahori 2016), japanski EFTIR ILLVEÐRIÐ (Umi yori mo mada fukaku, Hirokazu Koreeda 2016) og nýggi filmurin hjá danska Erik Clausen, ALDRIG MERE I MORGEN (2017). Harumframt verður Barnabio við filmunum THE LEGO NINJAGO MOVIE (2017) og BILAR 3 (2017).

Fert tú í biograf við Filmsfelagnum hesa vikuna, fært tú triðingsavsláttur, um tú keypir atgongumerki við skivuna í biografinum til allar filmarnar. Tá er prísurin 60 krónur fyri hvønn filmin. Vanligi prísurin er 90 krónur. Tá fært tú eisini eina hugvekjandi innleiðing frá Gudmundi Helmsdal, Brynhild Thomsen, Vónbjørt Vang, Henny á Líknargøtu ella Knúti Olsen. Umframt at fáa atgongumerki til góðan aktuellan film, sum bara verður vístur eina ferð, ert tú eisini við í kappingini um at vinna eina ferð fyri tvey í bili til Danmarkar næsta ár við Norrönu.

Skráin kann síggjast her

placeholder

Meira langlesnaður