Filmsjáttan skal eftirmetast

2016-06-23 16:06 Author image
Dimma

- Hetta er ein nýggj skipan, sum var sett í verk, áðrenn eg tók við landsstýrissessinum. Tí havi eg heldur ikki havt stundir at viðgjørt skipanina, armslongdarprinsippið og annað í hesum sambandi nærri. Men nú verður arbeiðið við eftirmeting so framskundað, sigur Rigmor Dam.

Herfyri tók umboðið fyri Vinnuhúsið, Regin W. Dalsgaard, seg úr stýrisbólkinum, sum er settur at skipa fyri, hvussu filmsjáttanin á 1,5 milliónir krónur verður umsitin. Hann fýktist á, at stýrisbólkurin hevði onga ávirkan, tí avgerðirnar, um hvør skuldi fáa stuðul, vórðru tiknar av tveimum ráðgevum og landsstýriskvinnuni.

Hann eftirlýsti millum annað armslongdarprinsippið.

Í farnu viku segði Regin W. Dalsgaard millum annað við Dimmalætting:

- Um tað skal skipast nøkulunda sum í dag, burdi talan verið um eina fakliga nevnd, sum gjørdi av, hvar stuðulin fór. Landsstýrisfólkið skal als ikki dragast inn í nakra avgerð, legði hann afturat.

LESIÐ MEIRA Í BLAÐNUM Í MORGIN 

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður