Vinnan tekur seg úr játtanum til filmsvinnu

2016-06-21 15:00 Author image
Dimma

- Stýrisbólkurin virkar meira ella minni sum eitt fikublað hjá politiska myndugleikanum, at játtanin verður brúkt rætt. Í veruleikanum hava vit onga ávirkan, tí tað eru tveir ráðgevarar, sum saman við landsstýriskvinnuni gera av, hvør fær pengar. Hetta kann skjótt elva til illgitingar um, at pengarnir verða býttir politiskt, og tað er óheppið.

Tað sigur Regin W. Dalsgaard, sum inntil fyri stuttum var valt umboð fyri Vinnuhúsið í stýrisbólkinum, ið skal umsita tær 1,5 milliónir krónurnar, sum í 2016 vórðu játtaðar til føroyska filmsframleiðslu. Nú hevur hann tikið seg úr stýrisbólkinum, tí hann sær onga meining í at halda fram – hann hevur onga ávirkan kortini.

 

Filmsgrunnur

Tá tosað verður um stuðul til føroyskan film, verður ofta hugsað um navnið filmsgrunn, og tað stavar helst frá Filmsgrunni Norðurlandahúsins og Klippfisk, sum var sett á stovn sum ein verkætlan frá 2012 til 2015. Tað var Norðurlandahúsið, sum læt peningin í grunnin, og upphæddin var sambært reglunum 200.000 krónur um árið.

Føroysku myndugleikarnir komu við eini játtan í 2014 upp á 485.000 krónur, sum varð hækkað upp í 700.000 krónur í 2015. Í 2016 var henda játtan hækkað upp í 1,5 milliónir krónur.

Ein stýrisbólkur varð settur at taka sær av játtanini, og ofta verða stýrisbólkar uppfataðir at varða av einum grunni – men so er ikki í hesum føri.

- Ein grunnur skal hava viðtøkur og virka óheftur, eins og til dømis Vinnuframagrunnurin, har eg sjálvur siti. Har kemur eitt prosjekt inn, sum fer víðari til ein samskipara og síðan ein metara, sum metir, um prosjektið er stuðulsbært. Síðan kemur tað fyri stýrið at taka støðu til. Hetta snýr seg eisini um armslongdarprinsippið, at tað verður hildið burtur frá landsstýrismanninum, sigur Regin W. Dalsgaard.

Tá tað kemur til at stuðla filmsætlanum, er støðan heilt ein onnur. Arbeiðið liggur beint undir landsstýrismanninum, sum tekur endaliga støðu uttan at taka nakran stýrisbólk við uppá ráð.

 

Pyntidukkur

Regin W. Dalsgaard hevur valt at taka seg úr stýrisbólkinum fyri, hvussu filmsjáttanin á Fíggjarlógini skal umsitast.

- Okkara einasta uppgáva er at tosa um, hvørja yvirorðnaða leið vit skulu ganga komandi árið. Skal dentur leggjast á føroyska søgu ella okkurt líknandi, og tað gevur onga ávirkan. Arbeiðið hjá ráðgevunum síggja vit ikki. Tað arbeiðið verður lagt fyri landsstýriskvinnuna at taka avgerð um. Hetta er sera óheppið, tí tað kann koyra undir illgitingar um, at saklig atlit ikki verða tikin, tá stuðul verður játtaður, sigur Regin W. Dalsgaard.

Ráðgevararnir hava nakrar leiðreglur at ganga eftir, eins og stýrisbólkurin. Hetta hevur Regin W. Dalsgaard sum so onga ávirkan á. Tað sær tað annars soleiðis út á pappírinum.

Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var ein filmsverkætlan, sum var mannað við rættiliga nógvum føroyingum at byrja við, sum tó teir flestu vórðu sáldaðir frá sum fráleið. Hetta hevði stýrisbólkurin onga ávirkan á.

- Um tað skal skipast nøkulunda sum í dag, burdi talan verið um eina fakliga nevnd, sum gjørdi av, hvar stuðulin fór. Landsstýrisfólkið skal als ikki dragast inn í nakra avgerð, sigur Regin W. Dalsgaard.

Starvsskipan fyri stýrisbólkin. 

Vegleiðing til filmsráðgevarnar

Leiðreglur fyri umsiting av filmsjáttanini

FAKTA

Stýrisbólkur

Alda Joensen, forkvinna, fyri Mentamálaráðið
Ingun í Skrivarastovu fyri Felagið Føroysk Filmsfólk
Jákup Veyhe/Jan B. Jørgensen fyri Klippfisk
Annfinnur Heinesen fyri LISA
Sif Gunnarsdóttir fyri Norðurlandahúsið
Ivan Niclasen fyri Kringvarp Føroya
Joanna Djurhuus fyri Uttanríks- og Vinnumálaráðið
Regin W. Dalsgaard fyri Vinnuhúsið (hevur sagt seg úr bólkinum)

 

Ráðgevarar í 2016

Pætur M. Dahl

Vár B. Jacobsen

  

  

placeholder

Meira langlesnaður