Filmur skal fáa ferðafólk at ansa sær í føroysku ferðsluni

2016-07-18 13:50 Author image
Jákup Højgaard

Fyri at varpa ljós á serligu ferðsluviðuskiftini í Føroyum gjørdi Landsverk, saman við Kovboyfilm, ein ferðslufilm ætlaðan til ferðafólk, sum koma hendavegin. Tað eru fýra ár síðani at filmurin kom út, men nú er nýggjur faldari eisini komin við sama endamáli. 

Veganetið í Føroyum er væl útbygt, men ferðslutrygd er og verður altíð nakað, ið støðugt ljós eigur at vera á, skriva Landverk. Summarið er árstíðin, flestu ferðafólkini koma við bili og fleiri av teimum eru ikki kend við føroysku ferðsluna og teimum serligu fyribrigdum, sum eyðkenna okkara ferðslu, eitt nú vansan við seyði á vegnum og einbreytaðar tunnlar og vegir.

Filmurin, sum er á enskum vísir ferðafólki á støður, sum bilførarar kunnu koma fyri á føroyska infrakervinum og varð sendur til ymiskar veitarar innan føroyska ferðavinnu fyri at kunna um ferðslutrygd í Føroyum. Hendan áheitanin stendur enn við sigur Landsverk á heimasíðu síni. 

filmurin kann síggjast her

Faldarin er tøkur her

 

placeholder

Meira langlesnaður