Kom við til arbeiðis í Tinganesi

2016-05-27 11:14 Author image
Dimma

- Politiska skipanin arbeiðir ikki frá átta til fýra. Tað eru ofta skiftandi arbeiðstíðir, men tað ger tað eisini stuttligari.

Hetta eru útgangsorðini hjá Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, í einum nýggjum sjarmufilmi, sum Løgmansskrivstovuan hevur gjørt fyri at vísa, hvussu arbeiðið fyrigongur í landsfyrisitingini.

- Endamálið við filminum er at lýsa landsfyrisitingina sum arbeiðspláss og at geva eina fatan av fjølbroytta virkseminum, sum er í einari landsfyrisiting.

Vit sleppa at kaga innar í eitt umhvørvi, sum vit annars síggja uttanífrá. Vit síggja nøkur fólk úr kjøti og blóði, sum dagliga starvast í fólksins tænastu. Vit síggja landsstýrisfólk, aðalstjórar, fulltrúar lesandi, embætisfólk og øll tey, sum starvast í landsumsitingini, ið bæði kann lýsast sum samfelagsins yvirbygnaður og grundarlagið undir fólkaræðinum. 

   

  

   

- Ein partur av at arbeiða her er ein loyalitetsskylda, at virka óheft av politiskum og persónligum áhugamálum, og tað er líkasum ein treyt fyri demokratínum, sigur Bjarni Askham Bjarnason framman fyri myndini av øllum fráfarnu løgmonnunum.

Filmurin vil forklára okkum um valdsbýti, ábyrgd og skyldur hjá fyrisitingini.

    

   
Í uttanríkisráðnum situr Elisabeth F. Rasmussen, fulltrúi í uttanríkis- og vinnumálum, sum hevur fingið sítt dreymastarv.

- Tá eg las, var tað kanska serliga tann altjóða parturin av løgfrøðini, mær dámdi best – og kanska serliga viðurskiftini við ES og ES-lóggávan. Nú er ætlanin at arbeiða fram ímóti, at man fær ein meiri yvirskipaðan samstarvskarm við ES, sigur hon millum annað.

   

   

Eina aðrastaðni í býnum, í Fiskimálaráðnum, er Unn J. Kragesteen, starvslesandi. Hon brennir fyri umhvørvinum:

- Umhvørvið hevur havt størst ávirkan á tey valini, eg havi valt í lívinum, og eg helt eisini, at tað var øgiliga spennandi at fara á Fiskimálaráðið við tí í huga at arbeiða við umhvørvi, fiskivinnu og tilfeinginum, vit hava í Føroyum, sigur Unn J. Kragesteen.

Filmurin er bara einar seks minuttir til longdar, og tí er hetta bara ein lítil kagi innum, eftir bonaðu gongunum og inn á skrivstovurnar, har landið verður stýrt.

Rógvi Rasmussen hevur staðið fyri arbeiðnum og hevur gjørt upptøkurnar. Filmurin er at síggja her

  

 

   

 

placeholder

Meira langlesnaður