Sera áhugaverdur filmur um Havnina fyri øll

2016-08-26 13:51 Author image
Dimma

Tórshavnar kommuna hevur í ár virkað sum fólkavald kommuna í 150 ár. Í hesum sambandi er ein filmur gjørdur, sum Uni Arge og Hans Petur Hansen stjórnað. Filmurin lýsir upprunan og menningina hjá fólkaræðinum í býnum. 

Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum. Í filminum eru nógvar eldri upptøkur úr Havnini, gamlar myndir umframt samrøður.

Tú kanst síggja filmin her

Meira langlesnaður