Fimm milliónir donsk persónstøl av óvart givin kinesarum

2016-07-20 13:32 Author image
Jákup Højgaard

Okkurt um fimm milliónir donsk persónstøl og heilsuupplýsingar vórðu av óvart givnar kinesiskum visum-myndugleikum, staðfestir danska dátueftirliti. Tað upplýsir DR. 

Heilt nágreiniliga er talan um upplýsingar um 5,28 milliónir fólk, ið búðu í donskum kommunum frá 2010 til 2012.

Upplýsingarnar lógu á tveimum ókrypteraðum fløgum, sum av óvart vórðu latnar kinesisku visa-myndugleikanum, Chinese Visa Application Centre.

Dátueftirlitið finst hvastliga at, at upplýsingarnar ikki vóru krypteraðir, men sigur seg ikki gera meira við málið. 

 

   

Meira langlesnaður