Fimta hvørt barn stríðist við serligar avbjóðingar

Fimta hvørt barn stríðist við serligar avbjóðingar

2017-12-12 11:54 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Gigni kannar árliga øll skúlabørn í Føroyum fyri trivnað og heilsu. Tað er trupult hjá teimum at røkka út til til allar næmingar, og tað bar ikki á mál í ár. Umleið 73% av øllum skúlabørnum blivu kannaði, av teimum 18 heilsufrøðingunum, ið starvast hjá Gigni.

Úrslitið av kanningunum vísir, at umleið fimta hvørt barn í Føroyum stríðist við serligar avbjóðingar av ymsum slag, og hevur brúk fyri eyka samrøðum.

Endamálið við hesum kanningunum hjá Gigna er, at lofta teimum skúlabørnunum, ið ikki hava tað nóg gott. Tað krevur nógv samskifti og tvørfakligt samstarv við foreldur og lærarar.

Meira langlesnaður