"Finsen" liðugt umbygt

2017-10-31 15:53 Author image
Innsent

Nú fríggjadagin 3. november 2017 klokkan 15 verður hátíðarhald í sambandi við, at "Finsen" er liðugt umbygt. Tað er føroyski nobelvinnarin, Niels Ryberg Finsen, ið hevur lagt navn til nýggju lestrarbústaðirnar í Kommunuskúlanum mitt í Havn. 
Verkætlanin at umskapa gamla kommunuskúlan í Havn til lestrarbústaðir og eitt alment miðbýarøki verður framd í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Bústaðir, Selmar Nielsen arkitektar og Húsavarðatænastuna. 
Lestrarbústaðirnir verða nevndar Finsen, sum eisini hóskar væl við Niels Finsensgøtu sum næsta granna. Niels Ryberg Finsen var føddur í Havn í 1860, fekk nobelheiðursløn í 1903, men doyði árið eftir, einans 43 ára gamal. Hann gav heiminum vón og einføld amboð til leking.
Skráin til almenna hátíðarhaldið byrjar kl 15, tá barnakórið CANTUS hjá Tórshavnar Musikkskúla syngur, og Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu.
Síðan halda Jóhann Mortensen, stýrisformaður í Bústøðum, og Andras Róin, stjóri í Bústøðum, umframt eitt umboð fyri ráðgevar og arbeiðstakara røður. Aftaná fer Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, at kunna um framtíðar mentanartiltøk í FINSEN.
Kórið TARIRA syngur og bjóðað verður til ein kaffimunn í Sangstovuni. Opið hús fyri almenninginum verður fríggjadag frá kl. 15 til kl. 17 og leygardagin frá kl. 12 til kl. 16.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður