Serfrøðingur: Vit avoyða tosk og sild, men grindahvalur er ikki hóttur

2016-08-27 17:40 Author image
Sigmund Vang

Lívfrøðingurin Carl Kinze, sum er serfrøðingur í hvali, sigur í samrøðu við Jyllands Posten um vikuskiftið, at grindahvalurin als ikki eigur at fáa so stóra umrøðu, sum hann ger, um vit tosa um burðardyggar stovnar í sjónum. Hann ger vart við, at alt ov nógv uppmerksemi er lagt á tann ”klóka hvalin” í mun til ”tann býtta fiskin”, tá vit tosa um burðardygd í sjónum.

- Grindahvalurin er als ikki hóttur. Harafturímóti so eru toskurin í Eystursjónum og sildin í ymsum høvum serliga hótt. Men fiskurin er tað sonevnda býtta djórið, so tað er eftir øllum at døma í lagi at gera hendan mun. Men har taka vit óvanligt fyrilit fyri einum ídnaði, sum í longdini kann avoyða tann fisk, sum er í sjónum, sigur Carl Kinze.

Kelda og lesið meira HER

 

placeholder

Meira langlesnaður