Fiskivinna, so øll skilja hana

2017-02-28 14:59 Author image
Sigmund Vang

Nógv verður tosað um fiskivinnunýskipan í hesum døgum, og tað kann vera fløkjasligt at skilja, hvat tosað verður um, sigur Føroyanevndin hjá MFS, sum tí skipar fyri tiltakinum ”fiskivinna for dummies” mikudagin 1. mars kl. 19:30 í Smæruni.

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiðir heilt grundleggjandi frá um fiskivinnupolitikk, soleiðis at tað verður lættari at skilja pallborðskjaki, sum verður aftaná.

Aftaná framløguna hjá Johnny í Grótinum verður pallborðsfundur, har tað serliga verður kjakast um útlutan av fiskirættindum við støði í uppskotunum hjá nýskipanarnevndini, Sambandsflokkinum, Jóannesi Jacobsen og Hermanni Oskarssyni, og annars tað, sum hevur verið frammi í almenna kjakinum.
Til kjakið luttaka Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Magni Laksafoss, løgtingsmaður, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur og Hanus Hansen, reiðari. Djóni Højgaard stýrir kjakinum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður