Fiskaaling steðgar at framleiða rogn

2017-02-21 14:05 Author image
Sigmund Vang

Fiskaaling tillagar virksemið og steðgar millum annað at framleiða rogn. Hendan avgerð hevur við sær, at nøkur størv á Fiskaaling niðurløgd, upplýsir Fiskaaling í skrivi sent miðlunum.

- Virksemið hjá Fiskaaling hevur seinastu árini verið innan fylgjandi økir: Framleiðsla av rogni til føroysku alivinnuna og gransking, menning, ráðgeving og tænastur av ymiskum slagi, sum eru til gagns fyri hesa vinnu. Rognaframleiðslan hevur verið skipað á vinnuligum grundarlagi, og hevur hon seinastu árini ikki verið fíggjarliga burðardygg. Hinvegin er granskingar- og menningarvirksemið, umframt ráðgevara- og tænastuuppgávur vaksið seinastu árini, og er hetta í dag ein týðandi partur av virkseminum hjá Fiskaaling.

Nevndin í P/F Fiskaaling hevur tí gjørt av, at Fiskaaling gevst at framleiða rogn, og heldur leggur enn størri dent á granskingar- og menningararbeiðið, og víðarimenning av ráðgevara- og tænastuveitingum til føroysku alivinnuna, verður millum annað sagt í skrivinum.

Lagt verður afturat, at Fiskaaling hevur gott samstarv við alifeløgini og sentralar aktørar í vinnuni. At styrkja tann partin av Fiskaaling, sum arbeiðir við at økja um kunnleikastøðið og fáa vitan um burðardygga aling til høldar, fer at verða til gagns fyri framtíðar føroyska alivinnu.

Seinastu rognini verða latin føroyskum smoltstøðum í mai í ár. Avgerðin at steðga at framleiða rogn, hevur við sær, at virksemið á lívfiskastøðini í Skopun og rognaframleiðslan við Áir verður niðurlagt, og tí verða nøkur størv á Fiskaaling eisini niðurløgd. 

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður