Fiskaútflytarar eftirlýsa betri marknaðaratgongd

2016-06-27 14:03 Author image
Dimma

Tað er ov tvørligt hjá føroyskum fiskaútflytarum at sleppa inn á ávísar marknaðir. Ofta eru tollforðingar í vegin, ella vanta veterinerar avtalur, ið gera tað stiltið at sleppa inn á marknaðirnar at selja føroysku fiskavørurnar.

Vinnuhúsið hevur kannað, hvørjir marknaðir vinnan kundi hugsað sær betri marknaðaratgongd til. 16 fiskaúflytarar eru spurdir, hvørjar marknaðir tey kundu hugsað sær at útflutt til, um ongar forðingar vóru.

- Aftur hesa ferð var Turkaland ovast á listanum og síðan Brasil, Suðurkorea og Kina, sigur Vinnuhúsið.

Tað eru serliga tollforðingar og vantandk veterinerar avtalur, sum forða útflutninginum av føroyska fiskavørum til hesi lond.

- Fríhandilsavtala er gjørd við Turkaland, men framvegis vantar ratifiseringin í turkiska tjóðartinginum, áðrenn avtalan kann fáa gildi. Samband er millum brasilskar og føroyskar matvørumyndugleikar, so vónandi fæst ein avtala eisini í lag á hesum øki, sigur Vinnuhúsið.

Aðrar marknaðarforðingar eru eitt nú vantandi eksportkreditt til ávís lond, vantandi MSC-góðkenning av ávísum fiskasløgum og kostnaðarmiklar og stirvnar mannagongdir í sambandi við sonevndar IUU-váttanir.

placeholder

Meira langlesnaður