Fiskidagarnir verða helst broyttir

2016-08-17 09:26 Author image
Dimma

Arbeitt verður framvegis við at finna eina semju um fiskidagarnir komandi ár, og sum skilst er møguleiki fyri, at uppskotið frá landsstýrismanninum verður broytt heilt nógv.

Tað ljóðar úr politiska umhvørvinum, og tað skriva fleiri miðlar í morgun.

Sambandsflokkurin er við í semjuni, skrivar Vágaportalurin, og sambært in.fo eru Nýggja Sjálvstýri og Miðflokkurin eisini við í semjuni. Um so er, er bara Fólkaflokkurin uttanfyri.

Semjan skal snúgva seg um, at fiskidagarnir ikki verða skerdir við 30 prosentum yvirskipað, men at 15 prosent verða skarvað av fiskidøgunum. Afturfyri vera bara 7 prosent í sonevnda buffaranum til teirra, ið troyta allar sínar fiskidagar.

Haraftrat skal serlig skipan gerast fyri bátar, sum hava roynt ytru leiðirnar fyri at spara tær innaru.

Triðja og síðsta viðgerð verður í tinginum í morgun kl. 10, tá ið endaligu fiskidagarnir skulu samtykkjast.

At tað leikar hart á, sæst á øllum brøgdum. Í morgun hevur felagið Trolbátar bjóðað landinum at keypa seg úr vinnuni, tí teir meta ikki longur, at fiskivinnan er fyri fiskimannin, men fyri búskaparfrøðingar, sum sagt verður í einari yvirlýsing.

placeholder

Meira langlesnaður