Rætting: Anfinn Olsen endurgivin av órøttum

2016-07-15 09:48 Author image
Simona Midjord

Í greinini um roknskapin hjá Framherja, sum vit almannakunngjørdu her á síðuni í mikudagin, varð sagt, at Anfinn Olsen, reiðari, sjálvur hevði verið frammi og greitt frá tølunum og millum annað sagt, at reiðaríið hevði goldið 35,2 milliónir krónur í skatti og avgjøldum.

Tað er tó ikki rætt, at Anfinn Olsen hevur úttalað seg til fjølmiðlarnar um hetta, og Fiskimannafelagið átti sjálvsagt at eftirkannað hetta, áðrenn greinastubbin varð lagdur út.

Umrødda greinin er nú rættað og kann lesast her.

Vit harmast mistakið og biðja hervið alment Anfinn Olsen um umbering fyri tað.

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður