Sniálvur og Solberg í stjórnina í Fiskimannafelagnum

2017-02-02 09:05 Author image
Sigmund Vang

Tað var stórur spenningur, tá uppteljingin til stjórnarvalið í Føroya Fiskimannafelag var liðug í gjáramorgun. Tað var bara í Sandoyar Sýslu, at dystarval var, og tá liðugt var at telja upp, hevði Tummas Frank Joensen, sum hevur umboðað sýsluna seinasta valskeiðið, fingið 19 atkvøður og avbjóðarin Sniálvur Røvilsberg somuleiðis 19 atkvøður. Men so var ein atkvøða, hvørs gildi ivi var um, tí atkvøðuseðilin var ikki útfyltur akkurát sum fyriskrivað. Tí mátti advokatur boðsendast at taka støðu, og hann gjørdi av, at atkvøðan skuldi teljast við. Henda atkvøðan var til Sniálv Røvilsberg, sum sostatt vann við 20 atkvøðum ímóti 19, skrivar Føroya Fiskimannafelag á heimasíðu síni.

Nýggjur í stjórnini er eisini Sólberg Olsen í Miðvági. Hann er valdur uttan mótvalevni í Vága Sýslu, har Andrias Berglíð, ið umboðaði sýsluna fleiri valskeið, ikki stillaði uppaftur.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður