Fiskivinnan færri løntakarar

2016-07-13 13:51 Author image
Jákup Højgaard

Tøl frá Hagstovuni vísa, at tað í apríl í ár vóru 25.069 løntakarar. Tað er ein framgond á 2,2 prosent við 539 fleiri løntakarum samanborið við í apríl í fjør.

Árstíðarjavnað vóru 25.261 løntakarar og hetta er tað sama sum undanfarnu mánaðir í ár. Hetta vísir at stóra ferðin, sum hevur verið á trendinum tvey tey seinastu árini, er avtakandi men framvegis vísir vøkstur. 

Størsta vøksturin hevur byggivinnan, við stívliga 6 prosent fleiri løntakarum, í meðan fiski- og alivinnan hevur eina lítla minking við 66 færri løntakarum. Hinir høvuðsvinnubólkanir høvdu ein lítlan vøkstur. 

Tað mesta, sum tað hevur verið av løntakarum, var um árskiftið 2007/2008, tá tað vóru 26.000 løntakarar í Føroyum.


Kelda: Hagstova Føroya

 

 

  

 

placeholder

Meira langlesnaður