Fiskivinnan skal grundast á vísind

2016-08-02 14:34 Author image
Dimma

Føroyar skulu gerast undangonguland at umsita allar fiskastovnar burðardygt.

Tað er málið, nú Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, er farið undir eina umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum. Uppskotið um fiskidagar, sum nú er lagt fyri tingið, er fyrsta stigið í hesi umstingarætlan.

Á nýggjárinum eru 40 ár liðin, síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, og tað gav Føroyum ræðið á einum sjóøki, ið er 275.000 ferkilometrar til støddar.

- Vit hava gjørt okkum dýrtkeyptar royndir. Vit hava hesi 40 árini ongantíð megnað at framt eina umsitingarætlan fyri okkara botnfiskastovnar, sigur Høgni Hoydal.

Avbjóðingin er sambært landsstýrismanninum ovurstór, tí støðan hjá toska- og hýsustovnunum undir Føroyum er hættislig, sambært stovnsmetingum hjá Havstovuni. Vit eru í einum tíðarskeiði við vánaligasta fiskiskapi eftir toski og hýsu, sum vit yvirhøvur hava hagtøl fyri.

- Kunnu vit tryggja eina endurbyggingarætlan, har veiðitrýstið á toska- og hýsustovnin minkar og ikki økist, meðan stovnarnir menna seg aftur, kann nógv vinnast fyri framtíðina hjá landi og vinnuni kring landið, sigur Høgni Hoydal um ta stigvísu umsitingarætlanina fyri tosk, hýsa og upsa undir Føroyum, sum hann er farin undir.

Umstingarætlanin skal áseta langtíðarveiðireglur, markvirði og endurbyggingarætlanir, sum byggja á vísindaliga stovnsmeting og ráðgeving.

Les viðmerking frá landsstýrismanninum her.

placeholder

Meira langlesnaður