Fiskivinnunýskipanin: Ískoyti orðað, sum ávirkar útlendska eigaraskapin

Mynd: Jens Kr. Vang

Fiskivinnunýskipanin: Ískoyti orðað, sum ávirkar útlendska eigaraskapin

2017-08-23 19:07 Author image
Leif Láadal

Tá munligir fyrispurningar vóru í løgtinginum í dag, upplýsti løgmaður Aksel V. Johannesen, at eitt ískoyti til semjuni, sum samgongan gjørdi í Suðuroy fyrr í ár, er orðað og lagt inn í uppskotið, sum verður lagt fyri løgtingið í næstum.

Bill Justinussen frá Miðflokkinum spurdi løgmann, hvussu tað fór at verða við útlendskum kapitali frameftir. Aksel V. Johannesen svaraði millum annað, at upprunaætlanin við at fáa hendan kapital úr vinnuni sum frálíður, stendur við, men at broytingar hesum viðvíkjandi eru ein partur av ískoytinum.

Løgmaður vildi ikki koma nærri inn á smálutirnar í ískoytinum, og bað bæði Bill Justinussen og onnur bíða, til uppskotið verður lagt fram.

Nógv bendir á, at talan er um at slaka í mun til tær tíðarfreistir, sum vóru í uppruna uppskotinum hjá samgonguni til nýggja fiskivinnuskipan, tá tað snýr seg um nær útlendski kapitalurin skal vera heilt burturi úr vinnuni. Samgongan hevur verið undir stórum trýsti í sambandi við júst útlendska eigaraskapin, og hvussu hesin skal skipast frameftir.

Meira langlesnaður