Fiskivinnunýskipanin samtykt!

Mynd: Kvf.fo

Fiskivinnunýskipanin samtykt!

2017-12-12 22:50 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Eftir at hava viðgjørt uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan í níggju tímar, og eftir 12 broytingaruppskot, bleiv uppskotið endaliga samtykt við 3. viðgerð. Allir 16 limirnir í samgonguni, Sonja Jógvansdóttir og - heldur óvæntað - Bill Justinussen atkvøddu fyri uppskotinum. Tað merkir, at 18 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum og 15 ímóti.

Sambært in.fo, var tað ógvuliga óvæntað, at Bill Justinussen fór at atkvøða fyri uppskotinum. Ongin hevði varhugan av tí. 

Nýskipanin kemur partvís í gildi 1. januar 2018. 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður