Fiskivinnuráðstevna í Løkshøll

2016-07-20 09:04 Author image
Jákup Højgaard

Kunnandi fiskivinnuráðstevna verður í Løkshøll 1, september. Tað er útvarpsrásin R7, sum skipar fyri ráðstevnuni. Orskøkin er, at R7 ikki metir, upplýsingarnar í sambandi við ætlaðu broytingarnar í fiskivinnuni, at vera nóg góðar. Ráðstevnan skal tí leggja dent á fiskivinnuskipanina, og lýsa fyrimunir og vansar við marknaðargrundaðari uppboðsølu og "grandfathering", sigur R7 í tíðindaskrivi. 

Á ráðstevnuni verða ymiskir fyrilestrar, millum annað koma tríggir búskapar-professarar at greiða frá hvussu ein uppboðsøla best kann skipast, og so fer Fiskimálaráðið at greiða frá uppskotinum um uppboðsølu. 

Ráðstevnan verður í Løkshøll 1. september.

placeholder

Meira langlesnaður