Fitt av fólki á Vestanstevnu

2016-07-09 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir

- Tað hevur gingið væl. Í gjár vóru ikki so nógv av fólki, men tað er vanligt fríggjadag á Vestanstevnu. Nú eru fleiri fólk. 

Tað sigur Vivian Joensen, sum er ímillum fyrireikararnar av Vestanstevnu í ár. Vestanstevna verður hildin í Sørvági í vikuskiftinum. Annars er tað soleiðis, at stevnan skiftir ímillum tær stóru bygdirnar í Vágunum hvørt ár. Bygdirnar, sum skiftast um at hava Vestanstevnu, eru Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur, soleiðis at tað eru trý ár ímillum, at hvør bygd hýsir stevnuni. 

- Vit seldu eini 80-100 atgongumerkir til dansin í gjár, og vit vóna at selja meira í kvøld. Dansurin plagar at vera stórur leygarkvøldið, tá stevna er, greiðir Vivian Joensen frá. 

Vivian Joensen var júst til kappróður, tá Dimmalætting prátaði við hana. Kappróðurin hevur sum skilst ikki gingið heilt eftir tíðarætlanini, men nógv fólk eru møtt at síggja kappróðurin. 

  

Skráin fyri leygardag á Vestanstevnu ber til at lesa her. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður