Fjarhitin fjálgar fleiri

2016-05-15 16:00 Author image
Dimma

- Tað góða við eini fjarhitaskipan er, at hon ikki er tengd at hvør orkukelda verður brúkt. Tað kann vera avlopshiti frá brennistøðini ella einum el-verki, men tað kunnu eisini knýtast vindmyllur upp í. Vit kunnu eisini byggja út við sjóvarhita, bæði á Sundi og tá vit einaferð náa út á Landssjúkrahúsið, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Tað verður arbeitt av øllum alvi í løtuni at byggja fjarhitanetið út í Havnini. Framvið høllini hjá Dansifrøi í Gundadali verður arbeitt við at leggja nøkur fjarhitarør niður, so alt økið í Gundadali kann knýtast upp í netið hjá felagnum, sum Tórshavnar Kommuna og SEV eiga í felag. Í júst hesum umráði eru nógvir stórir almennir orkuslúkar, millum annað Gundadalshøllin, høllin á Hálsi, svimjihylurin umframt Tórsvøllur.

- Tað er eitt krav fyri at fáa ein vøll góðkendan altjóða, at hann hevur hita í vøllinum. Rørini í Tórsvøll eru løgd, og hitin fer at koma frá fjarhitanetinum, sigur Hans Christian Dam.

Trupul byrjan

Søguliga hevur Fjarhitafelagið ikki havt tað lætt, síðan hugskotið fyrstu ferð varð umrøtt í 1980, í sambandi við at táverandi Orkuráðið gjørdi eitt ummæli av ætlaðu útbyggingini hjá SEV á Sundi.

Tá varð rørt fram undir at brúka spillhitan frá motorunum hjá SEV. Ikki fyrr enn í 1987 varð málið reist aftur, tá Tórshavnar Kommuna ætlaði at útstykkja norðan fyri Havnina. Tað gjørdist so mikið ítøkiligt, at landsstýrið veitti stuðulslán, so farast kundi undir verkætlanina og í 1988 stovnaðu SEV og kommunan L/f Hitafelagið.

Tá útstykkingar byrjaðu í millum annað Hoyvíkshaganum í 90-unum, vórðu hitaleiðingar lagdar, og fleiri hús bundin í. Hetta var áðrenn fjarhitin var bundin í Sundsverkið og brennistøðina, og tí vóru tað oljufýrdar miðstøðir, sum í fyrstu syftu veittu hitan. Í 1991 var tó ein leiðing knýtt í brennistøðina, og 100 hús vórðu hitaði á henda hátt.

Men kreppan í 90-unum rakti eisini Hitafelagið, sum fór av knóranum í 1994. Tað varð tó endurstovnað sama ár sum Fjarhitafelagið. Eigararnir vóru teir somu.

Um hetta mundið kom helvtin av fjarhitanum frá brennistøðini á Hjalla, meðan restin koma frá smærri verkum, sum koyrdu við spillolju. Ein orsøk til at so lítið kom frá brennistøðini var, at so lítið burturkast var at brenna í kreppuárunum.

Hetta broyttist samstundis sum samfelagið kom á føtur aftur, og tá verkið á Sundi varð bundið í skipanina í 2008/09. Nú kemur meginparturin av hitanum frá Sundi og brennistøðini umframt einum oljufýrdum ketli hjá Fjarhitafelagnum sum traðkar til, tá brúk er fyri tí. Tað eru tó støð, sum hava sína egna orkustøð, tí tey ikki eru bundin í enn. Eitt dømi er Bank Nordik, men hann verður bundin í.

Eingin nýggj hitamiðstøð - enn

Ein partur av menningini var at byggja nýggja hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík, har felagið eigur øki, men tað málið skapti mikið rumbul. Upprunaliga var ætlanin at hava oljufýrdar ketlar á økinum, sum skuldu taka við tá stórur tørvur var á, ella um okkurt var áfatt á Sundi ella á brennistøðini. Ketlarnir skuldu brenna tungolju, og tað fekk grannarnar at mótmæla upp á tað harðasta, hóast Umhvørvisstovan hevði givið góðkenning. Klingran liggur beint upp at einum íbúðarøki við nógvum ungum barnafamiljum, og jarðarmunurin gjørdi eisini, at skorsteinurin skuldi vera so ómetaliga høgur fyri at roykurin ikki skuldi raka beint inn í sethúsaumráðið.

Ætlanin varð síðan broytt nakað fyri at ganga ynskjunum á møti, og søkt var um góðkenning av nýggjum. Ketlarnir skuldu millum annað ikki longur brúka tungolju men gassolju, skorsteinurin skuldi ikki vera minst 20 metrar høgur, men 25 og so framvegis.

Men alt hetta var broytt enn einaferð, tá felagið gjørdi av als ikki at brúka gassoljuriknar ketlar, men bara stórar el-riknar hitaketlar og heittvatnstangar. Felagið fekk í februar mánaði 2015 undantak frá eini umhvørvisgóðkenning, tí tað var ikki mett at verkið dálkaði við bara at brúka el til upphitingar endamál.

Men enn er eingin støð bygd. Orsøkin er, at felagið hevur valt at útseta ætlaðu útbyggingina.

- Eigararnir hava valt heldur at leggja orkuna í at útbyggja fjarhitanetið, sigur Hans Christian Dam, stjóri.

Hetta er ein stór verkætlan, sum skal fáa fjarhitanetið at røkka heilt oman til Sjónleikarahúsið.

- Tað fer at taka eini tvey ár at koma so langt, sigur stjórin.

Sum frálíður skal Landssúkrahúsið bindast í, eins og alt økið úti á Fløtum, har nýggi Musikkskúlin, miðnámsskúlin Glasir og Skúlin á Fløtum fara at liggja. Hetta verða teir stóru brúkararnir, men ætlanin er eisini at knýta býingar upp í á leiðini.

Rørini til heita vatnið eru so mikið væl bjálvaði, at hitin heldur sær væl allan vegin av Sundi til ein komandi brúkara sum Landssjúkrahúsið. Tá hitin fer av Sundi er hann sambært stjóranum 91 stig, og tá hann nær Berjabrekku er hann bara komin niður á 88. Mett verður, at tá hann kemur á Landssjúkrahúsið er hann 85 stig, so hann missir ikki nógv á leiðini.

Í dag eru 1040 brúkarar knýttir at fjarhitaskipanini.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður