Flaggbrølari: Fólkatingsmenn ilskast

2016-07-29 15:05 Author image
Simona Midjord

Ólavsøkudagur er í dag, og tað merkir, at almennir danskir stovnar í dag, sum nakað nýtt, skulu flagga við Merkinum. Men tað er eftir øllum at døma ikki bara sum at siga tað at finna rætta flaggið at flagga við, tá talan ikki er um Danabrók.

Uttan fyri Dómhúsið í Havn og á Børsen í Keypmannahavn varð flaggað við onkrum undarligum flaggi, sum skuldi eitast at vera føroyska Merkið, men har reyði og blái liturin í Merkinum vóru býttir um, so talan var um eitt flagg við hvítum dúki, men við bláum krossi við reyðari rond.

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá nógvum føroyingum, og millum teirra, sum eru rættiliga misnøgdir, eru teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Magni Arge úr Tjóðveldi.

Undir yvirskriftini ”Skammiligt mistak” skrivar Sjúrður Skaale m.a. soleiðis á sínum Facebook-vanga í dag:

”Mistakið er ikki bara ótrúliga pínligt, men eisini skammiligt. Flaggingin við Merkinum í Danmark er eftir mínum tykki eitt fínt tiltak, hvørs endamál m.a. var at sýna Føroyum virðing. Tað var ótilvitað og ótilætlað – men hjá teimum føroyingum, sum sóu hasi fløggini í morgun, mundi tað kennast sum vanvirðing.”

Og Magni Arge skrivar á sínum Facebook-vanga:

”Hetta er pínligt og óvirðiligt alt sum tað er frá byrjan til enda. Merkið umboðar bara Føroyar og onga aðra tjóð, tí skal tað ikki vindast á stong umboðandi donsku tjóðina. Hinvegin eru øll vælkomin at heilsa føroyska Merkinum og føroysku tjóðini við at flagga á okkara flaggdegi. Men í minsta lagi eiga tey at tryggja sær, at tey brúka eitt føroyskt flagg og ikki eitt ella annað danskt heimabryggj.”

Um middagsleitið segði servicetøkningurin hjá Børsen við danska TV2, at fólk høvdu gjørt vart við mistakið, og at tey høvdu fingið skeiv fløgg frá leverandørinum. ”Tað hava ikki verið nakrar negativar reaksjónir upp á mistakið. Fólk hava tikið tað við einum smíli,” sigur hann við TV2.

placeholder

Meira langlesnaður