Fleiri ferðafólk velja Føroyar alt árið

2016-06-28 11:37 Author image
Jákup Højgaard

- Tey koma fyrr á árinum, og málbólkurin er eisini blivin nakað yngri, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands. Hetta er nakað, sum føroyska ferðavinnan hevur arbeitt miðvíst ímóti, sigur hon, men leggur afturat, at enn er langt á mál.   

- Vit arbeiða nógv við útlendskum fjølmiðlum við at vísa á til dømis hvørji tiltøk eru í Føroyum um veturin. Veturin hevur eisini nakað heilt annað at bjóða uppá enn summarið, og tað er ein heilt annar kundaskari, sum velur at koma higar. 

Hugtakandi vetrarfilmurin, sum Visit Faroe Islands gav út fyri tveimum árum síðani hevur eisini gjørt sítt. Tó eru enn eingi náðgreinilig tøl yvir vøksturin, tí at hetta rákið er reiðiliga nýtt og bert tvey ár eru at sammeta við. Harafturat var árið 2015 var eitt serstakt ár orsakað av sólarmyrkingini. 

Føroyar raka plett

Sosialu miðlanir hava eisini verið ein góð hjálp hjá ferðavinnuni, og við umleið 200.000 fylgjarum tilsamans ber til at røkka bæði nýggjum og yngri málbólkum. Høvuðsbólkurin hevur leingi verið eldri, kanska serliga tey, sum koma við ferðamannaskipum um summarið, men við sosialum miðlum sum Facebook og Instagram ber til at fáa fatur í tí yngra endanum. 

- Tað hevur leingi verið eitt hjartamál hjá Visit Faroe Islands at fáa yngru málbólkarnar higar og at víðka um sesongina.

Tað eru serliga heimsfjakkarar, sum velja at koma til Føroyar uttanfyri háárstíðina. Nógv av teimum hava longu verið nærum allastaðni í heiminum og leita eftir meira ókendum ferðamálum, greiðir Guðrið Højgaard frá og leggur afturat, at umleið 75 prosent av teimum, sum koma hendavegin kenna ongan, sum hevur verið her fyrr. 

- Føroyar raka plett í eftirspurninginum, sum er í ferðavinnuni í løtuni. Globaliseringin ger at heimurin er tættari uppá, og tað er bíligt at ferðast runt um heimin, og tí leita tey eftir meira ókendum ferðamálum. 

Ferðavinnutíðin er víðka til næstan alt árið, og sjálvt um tað eru reiðuliga smá tøl enn, sæst tað aftur. 

- So tað gongur rætta vegin, eisini sjálvt um man ofta heldur, at tað gongur kanska í so seint, heldur hon.

   

    

placeholder

Meira langlesnaður