Fleiri føroyingar gera joga

2016-06-21 13:58 Author image
Jákup Højgaard

- Serliga í okkara skjóta samfelagið, har ein allatíð skal vera on, er joga eitt gott amboð ímóti strongd og vælveru í kroppinum. Fólk fáa tað betur av at gera joga og verða meira tilvitað um at ansa eftir heiminum, og tað í sær sjálvum hevur eina jaliga ávirkan á samfelagið.

Tað sigur Marianna Vang Simonsen, sum er ein av teimum, ið dagliga fæst við joga í Føroyum.

Í dag er altjóða jogadagur, og nógv jogatiltøk eru kring Havnina í dag. Hetta er annað árið, at jogadagurin verður hildin í Føroyum. Byrjað varð í morgun við felagsjoga og havdypp á Sandagerði, har umleið 20 fólk møttu upp.

Marianna Vang Simonsen er ein av fyriskiparunum av tiltøkunum í dag og er væl kend innan føroyska jogaheimin. Hon heldur, at joga er absolut eitt fyribrigdi, sum er farið at vinda uppá seg her í Føroyum seinastu árini og vísir á, at bæði talið av jogalærarum og jogaíðkarum er skjótt vaksandi.

- Tað eru ikki bara vaksandi tal av fólki, sum byrja at taka joga til sín, men alsamt meira jogasløg eru eisini at síggja. Tað ger tað lættari hjá fólki at velja eftir áhuga, tí sløgini kunnu verða øgiliga ymisk og geva ymisk úrslit, sigur Marianna.

Sambært Marionnu er joga ein góð mótvekt til tað vesturlenska samfelagið, vit liva í. Joga setur ikki so nógv krøv, og har er eingin kapping, tað ræður bara um at verða við og at taka av sær sjálvum og móðurjørð, sigur hon.

Eitt serligt rák, hon sær, er at ung fólk, ið hava lisið uttanlands og flyta heim, ofta leita eftir joga møguleikum her heima. Hetta er ein stór broyting frá tá Marianna byrjaði fyri fimm árum síðani og høvuðsbólkurin vóru kvinnur í 40inum og uppeftir. Hon vísir á, at nútímans rákið fer meira eftir kropsligari vælveru og burtur frá skjóta samfelagnum og materialismu. Hetta duga yngri fólk væl at taka til sín, og tí er joga nú eisini ein góðtikin háttur fyri vælveru.

Sjálvt um joga kann virka kventasligt er tað gagnligt fyri øll. Hon heldur, at grundin til at nógv fleiri kvinnur gera joga enn menn, er tí at rákið í Føroyum er reiðiliga nýtt í mun til í londunum rundan um okkum og vísir á, at uttanlands er modernað fyri manligar leiðarar at gera joga.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður