Fleiri stórskíggjar í Føroyum sýna stórdystin hjá Íslandi

2016-06-27 15:53 Author image
Dimma

Í Íslandi eru tey ovurfegin um føroyska stuðulin, og føroyingar verða bornir á lógvum í hesum døgum. Um tú ert í Íslandi, er tað bara at siga “ég eri færeyingur”, so fært tú avsláttur, koyrir ókeypis í hýruvogni, verður hálaður fram um í bíðirøðini ella fært eitt hugnaligt prát. 

Og føroyingar uppføra seg eisini, sum tað er teirra egna landslið, ið spælir. Í stovum og á torgum hittast føroyingar, hava íslendsk og føroysk fløgg, og teir reisast og rópa, tá ið bólturin fer í málið.

Dysturin kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, men tú kanst eisini fylgja við á stórskíggja, tí dysturin verður vístur ymsastaðni kring alt landið, har áhugin er stórur. Higartil hava vit funnið fýra stórskíggjar, sum vísa dystin.

Dysturin verður aftur vístur í Vágsbotni, har fólk kunnu sita á trappuni. Og nú hevur Grót boðað frá, at dysturin verður vístur á stórskíggja í Töting í Syðrugøtu, og dysturin verður eisini vístur í Løkshøll í Runavík, og Skúlin við Streymin hevur eisini sett upp stórskíggja at vísa dystin.

Ísland og Ongland spæla klokkan 20 á leikvøllinum Stade de Nice í kvøld.

placeholder

Meira langlesnaður