Fleiri tilburðir í nátt

Savnsmynd

Fleiri tilburðir í nátt

2017-09-17 10:40 Author image
Turið Nolsøe

Sum heild vóru nógv fólk í býnum um alt landið aftaná fleiri tiltøk í býum og bygdum. Tískil hevur verið meira at gera hjá løgregluni enn undanfarnu nátt. 

Vakthavandi boðar í morgum frá fleiri tilburðum seinasta samdøgrið. Um hálvgum ellivutíðina í gjárkvøldið varð ein maður sligin niður á einum skeinkistaðið í Klaksvík, og skuldi á skaðastovuna. Skuldseting og avhoyring av gerningsmanninum kundi avgreiðast beinanvegin, av tí at nógv vitni vóru til staðar. Orsøkin til harðskapin er ikki greið, men orsakað umstøðunum og ongum undanfarnum dómi, skuldi gerningsmaðurin ikki beinleiðis inn at sita og stendur til treytaðan dóm.

Tíðliga í morgun varð eisini boða frá herverki í Klaksvík og á Tvøroyri. Í báðum førum vóru rútar knústir í bilum, og á Tvøroyri hevur ein viðgingið at hava gjørt herverkið.

Harumframt var ein fráboðan um innbrot í ein kommunalan bygning í Havnini. Gerningsmaðurin, ella menninir, hava gjørt sær ómak fyri at sleppa inn, tí greitt er, at brúk er gjørt av einari lúku í takinum. Higartil er bert staðfestur stuldur av einum teldli, men løgreglan kannar málið nærri.

Meira langlesnaður