Higartil ringasta yvirgangsárið í Vesturevropa síðan 2004

2016-08-19 10:37 Author image
Dimma

Ein bylgja av yvirgangsálopum hevur gjørt Vesturevropa ótrygt at liva í. Soleiðis kennist tað í øllum førum. Men hvussu álvarsamt er tað? Hvat siga hagtølini? Tað hevur BBC nú kannað. Og rætt er, at byrjanin av 2016 hevur givið flest deyðsføll av yvirgangi síðan 2004.

Fyrstu sjey mánaðirnar doyðu 143 fólk av yvirgangi í Vesturevropa, og tað er eisini tað næsthægsta síðan 1980. Bara í 2004 doyðu fleiri, tá ið ein røð av bumbum rakti fleiri tok í Madrid, har 191 doyðu.

Hinvegin vísa granskararnir á, at 1970-árini høvdu fleiri ár við fleiri deyðum av yvirgangi, so støðan er ikki verri enn áður. Tá viðførdu stríð sum tey í Norðurírlandi og í Baskaralandinum, at nógv fleiri doyðu, og vinstravíðgongdir bólkar høvdu eina slóð av blóði eftir seg um alt Evropa.


Lítið av miklum

Tølini fyri 2016 gerast beinanvegin vegin nógv størri, um alt Evropa verður tikið við -  og ikki bara Vesturevropa. Greiningarnar hjá BBC vísa, at tað doyðu 892 fólk um alt Evropa, Turkaland íroknað, fyrstu sjey mánaðirnar í 2016. Hetta ger 2016 til tað árið, har flest eru deyð av yvirgangi seinastu tvey áratíggjuni í heimspartinum.

Juli var altso eina sera dapur mánaður viðvíkjandi yvirgangi í Evropa. Talið á deyðum er kortini rættiliga lítið samanborið við restina av heiminum samanlagt. Hildið verður, at bara í juli mánað doyðu 1.580 fólk av yvirgangi um allan heimin. Av hesum vóru 30 prosent í Evropa – og “einans” seks prosent í Vesturevropa.

Í Baghdad doyðu til dømis 292 fólk, tá ið tey tann 2. juli keyptu inn áðrenn muslimsku halgidagarnar “Eid”. Tað eru næstan tríggjar ferðir so nógv fólk, sum doyðu í øllum Vesturevropa allan tann mánaðin.


Fólk eru óneyðuga bangin

Fólk eru óneyðuga bangin fyri yvirgangi, sigur Steven Pinker, professari á Harvard, sum granskar mynstur í harðskapi.

- Hóast allan tann óttan, sum yvirgangur skapar, so fert tú næstan heilt vist at doyggja av onkrum øðrum. Hetta er ein øgiliga lítil partur samanborið við aðrar hættir, sum fólk drepa hvørt annað – eitt nú kríggj, sjálvmorð og morð, bilvanlukkur og næstan øll sløg av vanlukkum, sigur Steven Pinker.

Hinvegin er meiningin við yvirgangi júst at fáa almenna umrøðu og skapa ótta, og miðlarnir siga neyvt frá hesum álopum, sum jú eru øgiliga syndarlig, hóast tey bara umboðar ein brotpart av tí av øðrum deyðshættum, ið lítla umrøðu fáa.

Seinastu tølini vísa, at meðan 175 doyðu av yvirgangi Vesturevropa tað seinasta árið, so vóru 4.000 fólk myrd, 19.000 doyðu av bilvanlukkum og aðrar vanlukkur stóðu fyri 126.000 andlátum.

 

placeholder

Meira langlesnaður