Flest flóttafólk nakrantíð

2016-06-20 08:44 Author image
Dimma

Við árslok 2015 vóru 65,3 milliónir fólk antin flóttar. Tað sigur flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR. Hetta er ein vøkstur á 5 milliónir fólk eftir einum ári.

Hetta merkir, at fyri hvørji 113 fólk er eitt flóttafólk, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST. Samstundis stúrir flóttafólkastjórin hjá ST fyri, at ein øktur fremmandahatur hevur fingið fastatøkur í Evropa. Fólkaflytingin í Evropa er tann størsta síðan seinna heimsbardaga, og tað hevur ført til størri undirtøku fyri víðgongdum bólkum ytst á høgraveinginum, sigur ST.

Í sínari ársfrágreiðing, sum kemur á árliga flóttafólkadegnum, sigur ST tað vera fyrstu ferð, at talið á flóttafólkum um allan heim fer upp um 60 milliónir fólk. Meira enn helvtin av øllum flóttafólkunum koma úr einans trimum londum, tey eru Sýria, Afganistan og Somalia.

Hóast stórt fokus er sett á flóttafólkakreppuna í Evropa, vera 86 prosent av øllum heimsins flóttafólkum hýst í londum, har inntøkan er antin miðalstór ella lág. Turkaland er tað landið, ið hýsir flest flóttafólkum, síðan koma Pakistan og Libanon næst á listanum.

Fleiri enn 1 millión flóttafólk komu til Evropa síðsta ár, sambært International Organisation for Migration (IOM), men onnur seta hetta talið nógv hægri.

Málið hjá flestu flóttafólkunum, sum koma til Evropa, er í flestu førum ríkaru londini norðarlaga, so sum Týskland og Svøríki.

placeholder

Meira langlesnaður