Kýpros og Føroyar á odda

2016-05-24 10:12 Author image
Jógvan Samuelsen

Í hesum døgum eru Flogbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommuna vertir fyri EM og HM undankapping, sum verður hildin í høllini á Hálsi.

Kappingin byrjaði við tveimum dystum í gjár, tá fyrst Kýpros vann greiðan sigur á Liktinstein, og seinni, tá Føroyar uppaftur greiðari eisini vunnu 3-0 á Írlandi í dystinum í gjárkvøldið.

Í dag vera aftur tveir dystir; klokkan 17 spæla Írland og Kýpros og klokkan 20 spæla Føroyar móti Liktinstein.

Úrslitini í dystunum í gjárkvøldið vóru greið, og eisini í tráð við tað, sum var væntað frammanundan. Kýprisku kvinnurnar eru rættiliga sterkar, og tað staðfestu tær eisini í dystinum móti Liktinstein, sum tær vunnu 3-0 við settmuninum 25-19, 25-16 og 25-21.
Føroysku kvinnurnar vóru uppaftur tryggari, tá tær seinni í gjár vundu burtur úr Írlandi. Tann dysturin endaði eisini 3-0, men sett úrslitini vóru 25-8, 25-12 og 25-11.

Sum úrslitini siga, var ongantíð nakar ivi um, at Føroyar ikki bara vóru betri enn gestirnir. Føroysku kvinnurnar vóru fleiri klassar betri.
Ein trupulleiki, sum onkuntíð ger seg galdandi, tá munurin blívur so stórur, er, at sterkara liðið velur at linka trýstið. Soleiðis var ikki í gjár, tí líka til endan kláraðu føroysku kvinnurnar, serliga við Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen á odda í álopspartinum, at halda eitt støðugt og høgt trýst á, og tað kláraði Írland einki at gera við.

Úrslitini hava sum sagt lagað seg júst sum roknað varð við áðrenn kappingina, og tí passar tað øgiliga væl, at seinasti dysturin, hann verður spældur í annaðkvøld klokkan 18.30, verður millum Kýpros og Føroyar.

Tvey lið sleppa víðari úr kappingini, spurningurin er bara, hvør skal vinna kappingina. Og eftir dystunum í gjár at døma, hava Føroyar ein - sera - góðan møguleika at vinna kappingina samanlagt.
  
  

Meira langlesnaður