Flogferðslan aftur reglulig

2016-06-10 11:57 Author image
Dimma

- Nú eru vit summarklár, og alt koyrir sum tað skal.

Ein byrða er farin av herðunum á Rasmus Niclasen, ferðslusamskipara hjá Atlantic Airways. Mikudagin kom seinna flogfarið hjá Atlantsflog aftur av eftirlitinum hjá Airbus, og nú eru øll trý flogførini í sínum føstu rutum aftur.

Tað hevur annars verið ein krevjandi tíð, tí í ein lítlan mánað hava bara tvey flogfør røkt farleiðirnar, sum trý flogfør annars vanliga røkja. Fyrst skuldi eitt flogfar til regluligt eftirlit, men bráddliga bleiv eitt flogfar aftrat óvæntað kallað inn av verksmiðjuni.

- Tað tók tíbetur bara 4 dagar at fáa hetta seinna eftirlitið avgreitt. Okkurt bleiv skrúvað sundur og kannað, og alt vísti seg at vera í lagi. Nú koyrir alt sum eftir ánni aftur, sigur Rasmus Niclasen.

Tað hevur verið rættiliga nógv arbeiði hesa tíðina, tí nógvar smærri seinkingar hava verið, onkrar umbókingar hava eisini verið neyðugar, flogið hevur ikki verið til Bergens, og í onkrum førum hevur verið neyðugt við kvøldarflúgving.

- Hetta er slíkt, sum vit ikki fáa vart okkum fyri. Vit vita, at flogfør skulu til regluligt eftirlit, og tað leggja vit okkara ætlanir eftir. Tá so okkurt knappliga hendir við einum flogfari, noyðast vit at góðtaka, at tað skal kannast, og tað mugu vit bara laga okkum eftir, sigur Rasmus Niclasen.

Hesa tíðina hevur Atlantsflog stundum fingið hjálp frá flogførum frá Titan, Jet time og DAT.

placeholder

Meira langlesnaður