Føroyar eiga lut í flogferðsluavtalum hjá ES

2016-06-07 15:06 Author image
Dimma

Magni Arge, Tjóðveldi, luttók fyri at minna flutningsmálaráðharran Hans Chr. Schmidt, Vinstra, á, at føroysk og grønlendsk flogfeløg ikki skulu hava verri kor enn tey donsku, og teirra áhugamál skulu takast við í samráðingarnar.

Samráðingarheimildin viðvíkjandi samráðingum við triðjalond um samferðslurættindir vóru einmælt samtykt.

- Eg stuðlaði samráðingunum við teirri treyt, at danskir og føroyskir flutningsmynduleikar seta seg í samband við hvønn annan, sigur Magni Arge.


Føroyski landsstýrismaður taka upp samband

Danska flutningsráðið átti at vent sær til føroysku og grønlendsku landsstýrini fyri at taka áhugamálini hjá teimum við frá byrjan, heldur Magni Arge.

Harafturat heitir hann á føroyska landsstýrismannin í uttanlandsmálum og vinnumálum, Poul Michelsen, um at taka upp samband við Hans Chr. Schmidt.

Eisini ynskir Magni Arge, at allar verandi flogferðsluavtalur verða hugdar eftir við føroyskum og grønlendskum eygum fyri at tryggja, at føroysk og grønlendsk flogfeløg fáa eina støðu, sum ikki er verri enn hjá teimum donsku.

-Í heimildini stendur, at ein skal tryggja Norra og Íslandi somu møguleikar, men ein hevur ongantíð eitt serstakt úttalilsi um Føroyar ella Grønlandi í hesum sambandi, sigur Magni Arge.


Danmark gloymir ríkisfelagsskapin

Magni Arge heldur fram við atfinnningunum.

- Í Danmark verður fyrst og fremst hugsað um ES, og ríkisfelagsskapurin er bert til pynt, sigur hann.

Hann hevur áður sagt, at lógaruppskot skulu vera fevnd av eini meting av, hvørjar avleiðingar eitt uppskot fær fyri Grønland og Føroyar. Hetta hava Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkurin, og fyrrverandi fólkatingslimurin, Edmund Joensen, eisini víst á í sambandi við lógarsmíð í fólkatinginum.


Vágar – New York

Magni Arge, sum er fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways, vil hava, at somu møguleikar fyri at stovna eina rutu millum eitt nú Vágar og New York, sum Danmark hevur í avtaluni hjá ES við USA um flutningsrættindir.

Tí er neyðugt, at Føroyar blíva limir í ”Free Skies”, sum er vælumtókta heitið fyri innara flogferðslumarknaðin í ES ”European Common Aviation Area”(ECAA) og tilhoyrandi avtalur við triðjalond, eisini amerikonsku – evropeisku avtaluna ”Open Skies”


Tvílandasáttmáli verri enn ein stór ES-avtala

Tvílandasáttmálarnir hjá Danmark við triðjalond eru eisini galdandi fyri Grønland og Føroyar, meðan avtalurnar við ES einans eru galdandi fyri Danmark(uttan Grønland og Føroyar) og restina av ES, upplýsir Hans Chr. Schmidt.

- Ein slík støða er púra ør. Danmark letur frá sær sjálvræði at samráðast um flogferðsluavtalur til ES, men hava framvegis ræði á rættinum at samráðast vegna Føroyar og Grønland, sum yvirhøvur ikki eru spurd eftir, sigur Magni Arge.

Sjálvandi er møguleiki fyri tvílandasáttmálum, men tað merkir, at ein stendur aftast í røðini.

- Tað er altíð betri at vera partur av eini størri avtalu, sigur Magni Arge.


Fleiri sambond og ferðafólk

Mótvegis danska flutningsmálaráðharranum leggur føroyski fólkatingslimurin dent á, at flogfeløgini í útnorði ikki bert eru lokal flogfeløg. Atlantic Airways hevur onnur áhugamál enn bert rutuna millum Keypmannahavn og Vágar.

- Føroyar og føroysk flogferðsla vinna lítið við bert at vera ein lítið bløðra uttanfyri stóru skipanina. Við at vera partur av Free-Sky skipanini fyri flutningsrættindir, hava vit nógv størri atgongd til at menna føroyska flogferðslu og sambond, sigur Magni Arge.

Veitingin afturfyri er, at Føroyar skulu geva útlendskum flogfeløgum somu rættindir á flogvøllinum í Vágum sum teimum føroysku feløgunum.

-Eg eri ikki bangin fyri, at føroysk flogferðsla ikki tolir kapping. Fleiri flogsambond fara at hava við sær størri ferðafólkatal, sigur Magni Arge.


Kina, Singapore, oljustatir og Meksiko

Loyniliga samráðingarheimildin snýr seg um geva ES-kommissiónini rætt at samráðast um flogferðsluavtalur við ASEAN, (Association of Southeast Asian Nations) Kina, Turkaland, Meksiko, Katar, Sameindu Arabisku Emiratini, Bahrain, Kuwait, Oman, Saudi-Arabia og Armenia.

   

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður