Flóttafólk skulu ribbast fyri virðir

Flóttafólk skulu ribbast fyri virðir

2017-12-17 16:12 Author image
Georg L. Petersen

Mánadagin fær Eysturriki nýggja stjórn, og tað er 31 ára gamli Sebastian Kurz, sum skal standa á odda – hann verður samstundis hemsins yngsti stjórnarleiðari.

Og sambært týska Die Welt verða treytirnar fyri flóttafólki herdar munandi at fáa friðskjól í landinum. Hetta var eisini væntandi eftir valið herfyri. Kurz stendur á odda fyri konservativa flokkinum ÖVP, sum er farn í samgongu við høgravíðgongda Frælsisflokkin, FPÖ.

Stjórnargrundarlagið varð kunngjørt í gjár, og inniber millum annað, at flóttafólk skulu lata eysturrísku myndugleikanum allan reiðan pening og virðir. Meðan tey eru har syrgir staturin fyri, at tey má mat og skjól, og hetta skal fíggjast við virðunum, myndugleikarnir hava lagt hald á.

Flóttafólkini skulu eisini lata fartelefonina frá sær, so myndugleikarnir umvegis telefon og sosialar miðlar kunnu kanna hvørjum landi tey koma frá. Tá hetta er komið upp á pláss, verður telefonin latin aftur.

Sambært JyllandsPosten verður listin yvir lond, sum eru sett a svartalsta, eisini víðkaður. Tað merkir at fleiri verða vist av landinum aftur, tí tey stava frá einum landi, sum eysurríska stjórnin heldur verða ótrygt upprunaland.

placeholder

Meira langlesnaður