Nýggj kaning um flóttafólk

2017-01-18 20:18 Author image
Dimma

Kanningin vísir, at føroyingar í stóran mun taka undir við (83% eru samd/partvís samd um), at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging. Og heili 77% eru samd ella partvís samd í, at landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging.

Spurt varð eisini um, hvussu nær persónliga fólk vilja taka ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging. Og til henda spurning svaraðu heili 80%, at tey høvdu latið tey búð í Føroyum. Harav fleiri enn 50% høvdu latið tey búð í býnum/bygdini, grannalagnum ella heima hjá viðkomandi.


Føroyingar klárir at gera meira
Hesi tøl fortelja okkum, at føroyingar eru klárir at umrøða spurningin um, hvussu Føroyar kunnu hjálpa meira. Amnesty meinar, at tíðin er komin til at landsstýrismaðurin tekur málið til umrøðu á Føroya Løgtingi, soleiðis at Føroyar taka eina almenna støðu, og soleiðis at vit kunnu leggja langtíðarætlanir.

Amnesty fer í 2017 at umrøða evnið og skipa fyri upplýsandi tiltøkum har flóttafólkaspurningurin verður umrøddur, tí tað er avgerandi at spurningur verður viðgjørdur á einum upplýstum grundarlagið, eins og tað eisini er týdningarmikið, at allir partar og allar røddir verða hoyrdar í tilgongdini.

Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjøgnumført kanningina har fleiri enn 500 fólk kring landið eru spurd. Spurningarnir eru orðaðir eftir eini altjóða kanning hjá Amnesty, og tí kunnu tølini
samanberast við hugburðin hjá fólkum í 27 øðrum londum. Í hesi samanbering eru føroyingar ímillum tey lond, sum ligga ovast og í størstan mun ynskja at hjálpa fólkum, sum flýggja undan kríggi og
forfylging.

Sí tølini fyri hini 27 londini her:
https://amnestysgprdasset.blob.core.windows.net/media/12806/amnesty-refugees-welcome-survey_globescan-topline-report_may2016_embargoed.pdf

Í Radaranum í KVF í kvøld segði Poul Michelsen at arbeitt verður við at lýsa málið, soleiðis at málið kann fáa eina politiska viðgerð, og í morgin hósdagin 19. januar fer Poul Michelsen á fund við Inger Støjberg um flóttafólkaspurningin.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður