Ræðandi og vakurt á festivali

2016-05-26 15:38 Author image
Dimma

Áskoðararnir – bæði tannáringar og vaksin – verða bodnir við á eina ferð til eina ræðandi og viðhvørt eisini vakra dreymaverð.

Soleiðis ljóðar innbjóðingin til leikin Flugo!, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld. Aldursmarkið er 12 ár!

Íblásturin til framsýningina FLUGO! eru kenslurnar, viljin og dreymarnar, sum teir tríggir klovnarnir hittu og sóu í skugganum av teimum túsundtals tjøldunum í Za’atharis-leguni í Jordan. Saman við áskoðarunum kanna teir ymsar støður, frælsistrá og innibyrgni, dreymar um eydnu og felagsskap.  Í eini leikandi og visuellari klovnaframførslu, náa teir við dreymum sínum út um avmarkingarnar. FLUGO! er ein orðaleys uppliving, har fysiskur komikkur hittir spælandi sorgarleik.

Hin leikurin á skránni í dag er “Stop being poor”, sum vann virðislønina fyri bestu framførðslu á Körber Studio Junge Regie Festival 2015 á Thalia Theater í Hamburg. Dómsnevndin segði framførsluna vera merkta av tryggleika og samstarvi, sum viðgjørdi eitt týdningarmikið politiskt evni á ein klókan og stuttligan hátt, hon er myndaliga sterk, við kensubornum leikarum og pallmynd á høgum støði. Leikurin verður spældur á Tjóðpallinum, men tíverri – ella tíbetur? – er longu útselt.

Á skránni í dag, í Norðurlandahúsinum kl. 16, er annars eisini ein ”panelsamrøða um áskoðarasamvirkan í pall-list”. Talan er um upplegg við Kim Skjoldager-Nielsen, Phd við Teatervetanskap Stockholms Universitet, Steinunn Knutsdóttir, dekan við University of Iceland, Performing Arts, og Sara Gebran, koreograf, lærara og vegleiðara á Choreography Education at The Danish National School of Performing Arts 2012-16. Hetta tiltakið er ókeypis.

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður