FM-finalurnar í estetiskum fimleiki verða í dag

2016-05-16 09:45 Author image
Dimma

Um hvítusunnuna skipar Fimleikasambandið fyri FM í estetiskum fimleiki. Kappingin er í høllini á Hálsi, har gólv er lagt á, og høllin annars er skipað til hetta serstaka høvið.

Undankapping var leygardagin, og annan hvítusunnudag verður sjálv finalan. Kringvarpið fer at senda beinleiðis í sjónvarpinum frá finalunum.

20 lið meldaðu til kappingina, og hesi liðini komu víðari til finaluna.

Pinkur
HF Fenja 12,7 stig
Støkk Viólin 12.58 stig
Ljósið Vela 11,22 stig
HF Froya 10,03 stig

Smágentur
Ljósið Lyra 15,1 stig
Støkk Flykran 14,37 stig
HF Bjalla 13,22 stig
Ljósið Libra 12,98

Gentur
HF Eina 15,9 stig
HF Nora 15,23 stig
Støkk Vípan 15,15 stig
HF Enna 14,07 stig

Unglingar
Ljósið Hydra 14,83 stig
Støkk Svalan 13,97 stig
HF Alda 13,5 stig

Kvinnur
HF Hulda 15,72 stig

Kringvarpið sendur FM kappingina beinleiðis 2. hvítusunnudag frá kl. 14.

Fleiri myndir frá undankappingini eru at síggja her.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður