FM fyri handverkslærlingar nærkast

Mynd: Visualhunt

FM fyri handverkslærlingar nærkast

2017-09-25 10:48 Author image
Leif Láadal

Tann 5. og 6. oktober verður FM fyri handverkslærlingar á torginum í SMS. Endamálið við kappingini er, umframt at finna føroya bestu lærlingar, at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Tað verða lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri tílíkari kapping. Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, sum er eitt av teimum feløgum, ið skipar fyri, sigur at fyriskipararnir ynskja at vísa tað góða handverkið fram, og soleiðis fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.

Fyriskiparar eru Føroya Handverksmeistarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Føroya Handverkarafelag, Glasir Smiðjugerð, Tekniski skúli í Klaskvík og Yrkisdepilin.

- Vit fyriskiparar hava altíð vitað, at vit hava framúr dugnaligar handverkarar í Føroyum. Við hesari kappingini kunnu vit kjósa nakrar av teimum allar bestu, umframt at vit finna ein føroyameistara fyri trý útvald fak, sigur Magnus Magnussen á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

(Jórun á Gravarbø manglar á myndini)

Hesi skulu kappast um FM í ávíkavis timbur, rørsmíð og hárfríðkan:

Annfinnur Allanson Hjaltalin, Demich

Kári Hvidtfeldt Rasmussen, Blikksmiðjan

Palli Haraldsen, Renovent

Sunniva Sólarris, Eysturlon

Marni Reinert Jacobsen, TN Bygging

Hjalmar Debes Joensen, Byggivirkið KBH

Ásmundur Poulsen, Kanjon

Tóra Knudsen, Salong Bylgjan,

Sarah Jensen, Karinsa

Rebekka Ósá Petersen, KÖTLUM

Jórun á Gravarbø, Evoke

 

Kelda: Industry.fo

 

Meira langlesnaður