Miðnám á Kambsdali vann FM í Ungum Virki

2017-03-18 11:16 Author image
Sigmund Vang

Tað var ein bólkur úr Miðnámi á Kambsdali, sum vann ársins íverksetarakapping millum miðnámsskúlanæmingar. Bólkurin, ið nevnist Seyð, framleiðir bjálving av seyðaull, sum m.a. kann nýtast til dýnujakkar, draktir og onnur klæðir, verður sagt í tíðindaskrivi sent miðlunum.

Tey, ið manna bólkin, eru Laila Poulsen, Jan Jacobsen, Sólfríð J. Djurhuus og Rógvi Langgaard. Vinningurin var ein kekkur á kr. 5.000 frá EIK Banka og ein ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har tey fara at umboða Føroyar til DM, sum verður tann 26. apríl.

Nummar tvey í kappingini gjørdist bólkurin Alga frá Glasi, ið arbeiðir við at framleiða og selja tarakips. Í bólkinum eru Hilbert R. Johannesen, Diana Mouritsen og Teitur V. Jacobsen.

Sum nummar trý valdi dómsnevndin eina verkætlan hjá bólkinum Clever Food við Dávid á Roykheyggi, Teiti Lassen, Poul Lamhauge og Anton Dulavík Olsen frá Miðnámi á Kambsdali. Cleverfood framleiðir m.a. djórafóður burturúr laksahjørtum.

Næmingarnir frá miðnámsskúlunum kappaðust innan fýra ymiskar breytir: Business & Service, Trade & Skills, Science & Technology og Society & Globalization, og ein vinnari var funnin innan hvørja av hesum breytum.

Lights out frá Miðnámi á Kambsdali vann breytina Business & Service. Fyritøkan hevur ment eina digitala skipan, har fólk kunnu boða frá skaðum, soleiðis at tað lættir um arbeiðið hjá kommunum og elfyritøkum.

Umframt at vinna fyrsta plássið, vann Seyð eisini breytina Trade & Skills.

Jimos frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann breytina Science & Technology. Jimos hevur ment eina skoliskipan, ið kann vaska fabrikkina umborð á skipum og á flakavirkjum.

Vatnsløkir frá Miðnámi á Kambsdali vann breytina Society & Globalization. Vatnsløkir hevur ment umhvørvisvinarligar plastikfløskur burturúr maisstívilsi, maisolju og vatnni.

Tilsamans luttóku 17 bólkar í kappingini. Øll hugskotini vóru á høgum støði og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum.

Høvuðsdómarin í kappingini var Regin W. Dalsgaard, formaður í Vinnuframa og Íverksetarahúsinum. Í dómsnevndini sótu eisini Rannvá Dam og Árni Frederiksberg frá Vinnulívsdeildini hjá EIK, Christian Nagata frá Sendistovuni, Sóley Heradóttir Hammer frá  Íverksetarahúsinum, Durita Samuelsen frá Hugskotinum og Rói Poulsen frá Vodafone.

Næmingarnir hava fingið góða ráðgeving og fíggjarligan stuðul frá EIK, ið er høvuðsstuðul hjá Ungum Virki.

- Ungt Virki arbeiðir støðugt við at fremja undirvísing innan innovatión og íverksetan. Hetta er við til at gera tey ungu meira áhugað í at ganga í skúla og betri før fyri at síggja framtíðar møguleikar, fremja hugskot í verki og gerast íverksetar, siga fyriskipararnir.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður