Náttúrufriðingarlógin verjir ikki náttúruna

2017-01-23 13:23 Author image
Sigmund Vang

Tørvur er á at gera neyvari ásetingar um, hvat umhvørvi og náttúra merkja, og at viðurkenna og staðfesta, at náttúran ikki bert ein sýnisgluggi hjá fólki at frøast um.

Útbyggingar og útstykkingar vinda upp á seg kring landið, og henda gongd elvir til skaða á náttúruna. Tað seinasta dømið er ætlaða útbyggingin av vinnuøkinum á Sundi, har landsins Yvirfriðingarnevnd metir, at tað er í lagi at halda fram at oyðileggja náttúruna við Kaldbaksfjørin, eftirsum at skaði á náttúruna í økinum longu er gjørdur. Tí hevur hon, hóast mótmæli frá Kaldbaksfólki, givið loyvi til at útbyggja vinnuøkið á Sundi. Um hetta er innihaldið í náttúrufriðingarlógini, so má staðfestast, at lógin er óbrúkilig til at verja náttúruna.

Ætlaða inntrivið í fjørðin í Kaldbak er ikki einasta dømi um umhvørvisliga skarnsgerð, sum eftir øllum at døma er púra lóglig. Ferð eftir ferð vísir tað seg, at náttúran ikki er vard við verandi náttúrufriðingarlóg, og útbyggingar av øllum handa slag vera trumlaðar ígjøgnum. Nevnast kann Glyvursnes, sum skal veita grót til 34 metra djúpa ífylling, ein røð av havnaútbyggingum, ið økja um útlát og munandi broyta staðbundna umhvørvið, ætlað útstykking á Múlakletti á Eiði, sum átti at verðið friðaður, útbygging av alivirksemi og áirnar í Kunoynni, sum seldar eru privatari fyritøku.

Umhvørvisgreiningar áttu at verðið gjørdar, áðrenn loyvi verður givið at økja og útbyggja verandi virksemi. Tað skal vera greitt, hvussu útbyggingar fara at ávirka staðbundnu náttúruna. Hetta so at íbúgvar í økinum og onnur fáa innlit í, hvussu náttúra og umhvørvi verða rakt av ætlaðu útbyggingini.

Sæð úr einum umhvørvisligum sjónarhorni og í ljósinum av tíðarinnar avbjóðingum við menniskjaframdari dálking, skulu umhvørvislig atlit viga nógv meira enn tey gera undir galdandi lógarkarmum. Harafturat eigur spurnartekin at vera sett við, um økt bygging og økt framleiðsla er serliga burðardygt yvirhøvur. Sum samfelag eru vit byrjað at varnast ta dálking og náttúruoyðing, sum ídnaðarlond hava elvt, og tað gerst alt meiri greitt, at umhvørvið ikki kann virðast ov høgt.

Inntriv í náttúruna raka serliga lokalsamfeløg ógvuliga meint, tí tá missa tey virðir, sum gagna teirra heilsu, menning og trivnaði. Viðhvørt megna íbúgvar at savnast um at mótmæla einum inntrivi, men mótmæli krevja nógva orku, og tí er tað ikki altíð, at tað eydnast hjá einstaklingum at skapa eina nóg sterka mótstøðu. Serliga er tað óheppið, at summar kommunur tilvitað kunna ov lítið um ætlanir og broytingar í byggisamtyktum, tí tá er tað ofta, at íbúgvar ikki skilja álvaran av inntrivinum og tí ikki tala at fyrrenn ov seint er. T.d. mótmæltu hvítanesfólk í síðstu løtu, at nýggi vegurin úr Eyturoyartunnlinum kemur at liggja ógvuliga nær Hvítanesi, men hesi mótmæli fingu ikki ávirkan á avgerðina hjá tunnilsfelagnum. Hinvegin eru eisini onnur dømi, ið lýsa hvussu stórur týdningurin á mótmælum kann vera, sum tá ið SEV skuldi brúka vatnið úr ánunum á Selatrað, tá ið eigarafelagið Inni á Gøtu í Hoyvík mótmælti einum orkuverki í teirra grannalagi, ella tá eigarafelagið Vesturi á Flat, eisini í Hoyvík, mótmælti at teirra fríøki bleiv brúkt til eina bensinstøð. Hesi mótmæli hava ført við sær, at verkætlanin við orkuverkinum áhaldandi er blivin útsett, meðan verkætlanin við bensinstøðini er slept heilt.

Men tað er torført at mótmæla náttúru- og umhvørvisoyðandi virksemi, tá ið lógarverkið er so veikt á økinum. Tí vóru vit mong, sum fegnaðust tá Landstýriskvinnan í Heilsu- og Umhvørvismálum, Sirið Stenberg, tann 24. mai 2016 segði við Dag og viku, at ein nýggj náttúruverndarlóg var í gerð sum væntandi bleiv liðug árið eftir. Síðan løgtingsvalið í 2015 hevur FNU eisini verið á fundi við Landstýriskvinnuni og øðrum samgongulimum um hetta mál og onnur umhvørvismál. Inntil víðari hava vit merkt góðan samstarvshug millum partarnar, og hetta vóna vit fer at halda fram. Serliga fegnast FNU um, at tað tykist at vera ein felags fatan av, at náttúru- og umhvørvismál er eitt øki í samfelagnum, sum krevur ein tvørfakligan innsats tvørturum málaráðini. Sum Sirið Stenberg eisini var inni á í omanfyrinevndu Dag og viku, so er tað t.d. ikki serliga skynsamt, at aliloyvir verða givin úr einum málaráði, og at eitt annað málaráð skal taka sær av náttúru- og umhvørvisavleiðingunum av tí sama.

Í einum landi har vit hava almennar stovnar, hvørs endamál er at verja náttúru og umhvørvi, umframt kommunalar umsitingar, ið eisini hava somu skyldur, er tað er ein gøla fyri tað føroyska samfelagið, at vit ikki hava eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg. Sum nú er standa vit hjálparleys við lógum, sum skulu eitast at verja umhvørvi og náttúru, men ikki tæna sínum endamáli. Eitt greitt dømi um, hvussu illa stendur til, er, tá ið vit hoyra, at yvirfriðingarnevndin avmarkar seg til at einans taka atlit til, hvussu útbyggingar “skemma” náttúruna. Umhvørvisligar avleiðingar eru nógv meiri umfatandi enn tann fagurliga útsjóndin. Talan er um víðfevndar avleiðingar fyri menniskju, djór og vistskipanir sum heild.

FNU vónar, at samgongan veruliga er so framsøkin, sum hon hevur givið okkum fatan av, og at bólkurin, sum skal orða nýggju náttúruverndarlógina, ikki einans er samansettur av løgfrøðingum, men at har eisini sita fólk við førleikum til at skilja og kritiskt greina tær serligu og samansettu avbjóðingar, sum føroyska samfelagið stendur framman fyri í dag, tá ið tað viðvíkur náttúru- og umhvørvismálum. Tørvur er á eini náttúruverndarlóg, sum ger neyvar ásetingar um, hvat umhvørvi og náttúra merkja, og sum viðurkennir og staðfestir, at náttúran ikki bert er ein sýnisgluggi hjá fólki at frøast um, men eisini okkara lívsgrundarlag, og at vit liva í eini heilt serstakari tíð við stórum heimsumfatandi rembingum, tá ið tað kemur til náttúru- og umhvørvisspurningar.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður