FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina at ala á Víkum

FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina at ala á Víkum

2017-12-18 12:14 Author image
Innsent

 

Umhvørvisgóðkenningin tekur ikki nóg breið atlit til dálking og til lívfrøðiligt margfeldi, soleiðis sum ásett er í umhvørvisverndarlógini.

FNU kærir, at umhvørvisgóðkenningin er latin, uttan eina viðgerð av, hvussu laksaaling á Víkum fer at ávirka djóralívið í økinum, og náttúruvirðir, sum eru til gagns fyri fólk.

Avleiðingar fyri menniskju, teirra mattrygd og rekreatión eiga at verða neyvari viðgjørdar, eins og árin á staðbundna fuglalívið og kóp frá ljósdálking, larmi, ferðslu, aliútgerð og øðrum órógvi.

Umhvørvisstovan ger onga meting av hesum viðurskiftum, men velur at lata tey vera ónevnd í umhvørvigóðkenningini.

 

placeholder

Meira langlesnaður