FNU savnar undirskriftir inn fyri friðing av Víkum

FNU savnar undirskriftir inn fyri friðing av Víkum

2017-10-16 10:30 Author image
Leif Láadal

Meðan Yvirfriðingarnevndin nú viðgerð umsókn frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), sum upprunaliga heitti á lokalu friðingarnevndina um at friða økið á Víkum, verða mótmælisundirskriftir savnaðar inn frá almenninginum.

FNU heitti 19. september 2017 á lokalu friðingarnevndina um at friða økið á Víkum, tí vakra landslagið og staðbundna djóralívið eigur at vera vart frá ídnaði. Svar er komið frá friðingarnevndini, sum metir, at tað ikki ber til at friða økið, har sum alingin skal vera. Umsóknin um friðing er nú farin víðari til Yvirfriðingarnevndina. FNU hevur eisini kært loyvið at ala vesturi á Víkum grundað á, at umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvágsfjørð verður brúkt sum grundarlag fyri loyvinum, hóast talan er um tvey ógvuliga ymisk øki.

Meira um innsavningina av mótmælisundiskriftum kann lesast á Facebook-vanganum "Fyri friðing á Víkum" HER, har tað eisini ber til at taka undir við mótmælinum.

  

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður