Fólkaflokkurin er við – Sambandsflokkurin ímóti

2016-05-23 11:12 Author image
Dimma

- Tað er gleðiligt, at farið er undir stjórnarskipanararbeiði, sigur Fólkaflokkurin.

- Tað er týðiligt, at Javnaðarflokkurin svíkir síni vallyfti, sigur Sambandsflokkurin.

Tað eru tvær ógvuliga ymiskar útmeldingar, sum eru komnar frá stóru andsstøðuflokkunum, nú farast skal undir stjórnarskipanararbeiðið aftur.

Fríggjadagin hittust allir floksformenninir í Tinganesi hjá løgmanni at tosa um, hvussu arbeiðið at orða eina stjórnarskipanarlóg skal skipast. Eftir ætlan skal stjórnarskipanin koma til fólkaatkvøðu á heysti 2017, men fyri ta tíð, skal politiska skipanin finna eina semju, ið skal samtykkjast á løgtingi.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava síðan meldað út, og fráboðanirnar peika í hvør sína. Sambandsflokkurin sigur Javnaðarflokkin verða drignan eftir hárinum av Tjóðveldi, meðan Fólkaflokkurin heilsar stjórnarskipanini vælkomnari.

- Tjóðveldi hevur framvegis ikki flutt seg, síðan samráðingarnar um eina føroyska stjórnarskipan slitnaðu í 2011, og flokkurin vil framvegis hava, at stjórnarskipanin skal standa oman fyri grundlógina, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

- Kravið um, at stjórnarskipanin skal standa oman fyri grundlógina, er tað sama sum at loysa Føroyar frá ríkinum og ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin tekur sjálvandi ikki undir við slíkum politikki, ið er til óbótaligan skaða á føroyska samfelagið, er greiða útmeldingin hjá Sambandsflokkinum.

Er Sambandsflokkurin heldur trekur, so er hin stóri andstøðuflokkurin heldur blíðari mótvegis ætlanini hjá samgonguni.

Annika Olsen sigur tað vera gleðiligt, at sjøtul nú er settur á stjórnarskipanararbeiðið. Og samstundis heldur hon lítið um fráboðanina hjá Sambandsflokkinum.

- Tað er sera harmiligt, at ávísir flokkar gera sær dælt av at fara í skotgravirnar og finna fram sama gamla orðaljóðið, heldur enn at seta seg til samráðingarborðið og geva arbeiðnum ein veruligan  møguleika.  Nú er  umráðandi, at flokkarnar taka lógvatak saman og  finna ta neyðuga semjuna, sum ber á mál til frama fyri føroysku tjóðina og føroyska fólkið, sigur Annika Olsen.

Søgan hevur víst okkum, at tá vit føroyingar standa saman, er hetta besta styrkin og sterkasta vápnið til tess at vinna Føroyum rættindi, sigur hon.

Sambandsflokkurin gloppar tó hurðina nakað aftur, um verandi støða verður vird, sum hann tekur til. Tað avgerandi er at vita, um stjórnarskipanin stendur omanfyri donsku grundlógini.

- Um talan hinvegin er um at virða verandi støðu í Ríkisfelagsskapinum, og at grundlógin, sum veitir føroyingum ríkisborgararættindi, er evsta lógin, er støðan ein onnur. Tá vil Sambandsflokkurin hyggja nærri at arbeiðnum við stjórnarskipanini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

   

   

Meira langlesnaður