Renna aftur fyri heilsuni

2016-05-11 15:04 Author image
Dimma

Nú verður aftur skipað fyri heilsurenning í Havn. Heilsurenningin verður 4. juni klokkan 14. Tað eru Bragdið, Fólkaheilsuráðið og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, ið saman skipa fyri fólkaheilsurenning í Havn.

Sama dag verða eisini tiltøkini ”Kom og gang hálvmaraton” hjá Krabbameinsfelagnum og altjóða kappingin Tórshavn Marathon fyriskipað í Havn. So nú er eingin umbering, tí ovmikið verður at fara til, bæði hjá kapprennarum og spákarum.

Endamálið við Fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg saman við øðrum. Tað stendur púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja ganga ella renna teinin. Mest umráðandi er at vera við.

- Eg eri sera fegin um, at tátturin við teimum væl dámdu Fólkaheilsurenningunum nú verður tikin uppaftur. Hetta er eitt gott tiltak og øll kunnu vera við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

- Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt og virkið. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til Fólkaheilsurenningina, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Seinni í ár fer Sirið Stenberg at skipa fyri eini fólkaheilsuráðstevnu, har ein fólkaheilsuvirðisløn eisini fer at verða latin á fyrsta sinni.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður