Fólkatal: 1,5 prosent vøkstur upp á eitt ár

Mynd: Jens Kr. Vang

Fólkatal: 1,5 prosent vøkstur upp á eitt ár

2017-08-17 08:36 Author image
Leif Láadal

Fólkatalið var 50.250 tann 1. juli. Tað vaks við 734 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum juli 2016 – juni 2017.

Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 440, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum.

Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú, upplýsir Hagstova Føroya.

placeholder

Meira langlesnaður