Fólkatal: Eysturoyar sýsla veksur við ferð

Mynd: Visualhunt

Fólkatal: Eysturoyar sýsla veksur við ferð

2017-10-14 14:27 Author image
Leif Láadal

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum, upplýsir Hagstova Føroya.

Seinasta 12-mánaðarskeiðið frá september til september eigur Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum. Undanfarna 12-mánaðarskeiðið átti høvuðsstaðurin um 60%.

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 241 fólkum, svarandi til 1,3%. Men merkisvert er, at vøksturin var næstan líka stórur í Eysturoyar sýslu við 206 fólkum, sigur Hagsovan.

Fólkatalið var 50.318  tann 1. september. Tað vaks við 750 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum 1. sep. 2016 – 1. sep. 2017.

Kelda: hagstova.fo

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður