Fólkatal: Vøkstur í 21 kommunum og minking í fimm

Fólkatalið seinasta 12 mánaðarskeiðið minkaði mest í Hvalba, har tað nú búgva 14 fólk færri. Mynd: Visualhunt

Fólkatal: Vøkstur í 21 kommunum og minking í fimm

2017-12-14 12:36 Author image
Leif Láadal

Fólkatalið var 50.358 tann 1. november. Tað vaks við 662 fólkum ella 1,3% í 12-mánaðarskeiðinum 1. nov. 2016 – 1. nov. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 424 og burðaravlopi á 238.

Tað upplýsir Hagstova Føroya á heimasíðu síni.

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 247 fólkum, ið er 31% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størri kommununum er annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 66 fólkum ella 1,3%, ið er eins og landsmiðal. Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við ávikavist 6% og 4,6% hvør, og í Porkeris kommunu við 7,2%.

Lutfalsliga størsta minkingin er í Fugloyar, Hovs, Fámjins og Hvalbiar kommunum.

Kelda og lesið meira HER

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður