Fólkatalið komið upp á 49.445

2016-08-02 13:31 Author image
Dimma

Fólkatalið var 49.445 tann 1. juni í ár og er vaksið við 616 fólkum síðani juni í fjør. Tað svarar til 1,3%. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið síðani 2002.

Vøksturin í fólkatalinum kemur í fyrsta lagi av eini nettotilflyting á 362, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í øðrum lagi av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir. Meðan burðaravlopið er sum í miðal síðstu tíggju árini, er nettotilflytingin tann størsta síðstu fjúrtan árini.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin nú tann størsta síðstu átta árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.

placeholder

Meira langlesnaður