Fólkatalið kvinkar enn uppeftir

2016-08-16 15:00 Author image
Dimma

Stórur spenningur er um gongdina í fólkatalinum í løtuni, tí gongdin spreingir allar tær dapru forsagnir, sum hava verið. Kanska er tað tí, at Hagstovan mest sum hvønn mánað kemur við einari nýggjari fráboðan - og aftur hendan mánaðin kvinkar fólkatalið tann rætta vegin.

Fólkatalið var 49.552 tann 1. juli í ár og er vaksið við 614 fólkum síðani 1. juli í fjør. Tað svarar til ein vøkstur 1,3 prosent.  Hetta kemur av eini nettotilflyting á 360, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð, sigur Hagstovan.

- Hetta er radikalt, ja næstan sensationelt, segði Hans Pauli Strøm, sosiologur við Dimmalætting um fólkavøksturin fyrr í ár. Hann tók stóru orðini í munnin, tí tað serliga eru tey ungu, sum fjølgast í Føroyum.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini millum lond. Serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin tann størsta síðstu 8 árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni.

Hans Pauli Strøm vísir á broyttu livikorini hjá serliga teimum ungu sum orsøk til, at tað gongur rætta vegin, og har er tað serliga búskaparliga gongdin og møguleikin at fáa arbeiði og útbúgving, ið spælir inn.

- Flytingin er ómetaliga viðkvom. Føroyingar reagera óvanliga skjótt uppá, um arbeiði er at fáa og um livikorini annars broytast. Flytingin kemur ófatuliga skjótt hjá okkum, greiddi Hans Pauli Strøm frá.

placeholder

Meira langlesnaður