Fólkatal: Talið av kvinnum yngri enn 40 økist

2016-06-18 08:30 Author image
Jógvan Samuelsen

Talið av íbúgvum í Føroyum økist framhaldandi.

Tað vísir uppteljingin hjá Hagstova Føroya, sum var almannakunngjørd fyrr í vikuni.

Sambært uppteljingini búðu 49.376 fólk í Føroyum tann 1. mai í ár, og tað vil siga, at fólkatalið er vaksið við 587 fólkum seinastu 12 mánaðirnar.

Gongdin er tó ikki nýggj, tí seinastu 30 mánaðirnar er fólkatalið í landinum støðugt vaksið, og verður hugt eftir tølunum síðan 1. januar 2014 er fólkatalið vaksið við 1.223 fólkum; 612 kvinnum og 611 monnum.

Tað er serliga nettotilflytingin, sum hevur økt fólkatalið, og serliga er tað minkandi fráflytingin, sum er orsøkin, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Legg tað afturat, at tað samstundis er ein vøkstur í tilflytingini, og tað styrkir um positivu gongdina.

Seinastu 30 árini hevur størsti trupulleikin við fólkatalinum í Føroyum verið, at yngri parturin av fólkinum hevur verið støðugt minkandi, meðan tey eldru eru blivin støðugt fleiri.

Her er tó ein broyting við at henda, tí sambært hagtølunum er talið av yngri aftur farið at veksa. Orsøkin er, at færri yngri flyta av landinum og fleiri flyta til Føroya.

Serliga er tað talið av kvinnum í aldinum 20-39, sum í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2014 til 1. mai 2016 er økt. Samanteljingin vísir, at hesin aldursbólkur er øktur við 326 fólkum, meðan tær sum eru eldri enn 40 eru 286 fleiri.

Hjá monnunum er tað framvegis eldra ættarliðið, sum økist, men munurin er minkandi, skrivar Hagstovan.

Talvan vísir, at talið av kvinnum í aldrinum 20-39 ár er økt nógv síðan 1. januar 2014
Kelda: Hagstovan.

placeholder

Meira langlesnaður